Mykines summar 2021

Mykines summar 2021

Upplivið Mykines saman við einum staðkendum – burtur frá mannamúgvuni

Verið eitt við náttúruna, tey lokalu og lundarnar og njótið friðin í Mykinesi um kvøldið.

Tit sigla til Mykines kl. 16.20 við bátinum Jósup úr Sørvági.

Tykkara lokala vertinna og ferðaleiðari Oda, hittir tykkum við bátin og fylgir tykkum niðan til hennara gistingarhús.  

Tit kunnu gista í dupultkamari ella twin kamari Á Lonini Guesthous frá 1895. Gistingarhúsið er søguliga fyrsta gistingarhúsið í Mykinesi og er umvælt veturin 2018/19 við virðing fyri søguni í húsinum, so tað er eins og at traðka inn í 1930. 

Tit uppliva stillið á oynni um kvøldið, hoyra fuglarnar láta og ánna tutla oman gjøgnum bygdina og fara at heilsa lundum og súlum og síggja sólsetur, um tað er klárt. Hoyr aldurnar og brimið og gangið gjøgnum bygdina og njótið kvøldarkvirruna. 

Tit gista í hugnaligum dupultkamari við skráveggi og takvindeyga. Felags wc og bað.

Prísur kr. 2.495,- pr. persón

Íroknað er gisting við morgunmati, 2 rættir nátturði og 2-3 tímar sólseturtúrur.

 

Hvønn dag (4. maj – 30. august 2021)

16.20 Sigla frá bryggjuni í Sørvági
17.00 Koma til Mykines
19.00 Nátturði 
20.00 Gongutúrur, sólsetur og lundar 
08.00 Morgunmatur
11.05 Við Jósup aftur til Sørvágs
11.55 Koma aftur til Sørvágs
   
   

Upplivilsir á túrinum

Bátsferðin

Tú siglir frá bryggjuni í Sørvági  kl.16.20 við bátinum Jósup og kemur til Mykines  kl. 17.00. Á bátsferðini sært tú vakra Tindhólm og Drangarnar heilt nær. Tú siglur eisini fram við vøkru vestursíðuni á Mykinesi og útsýnið er heilt einastandandi.

Ból & Biti

Tit gista í einum av elstu húsunum í Mykinesi, "Á Lonini" frá 1895. Hetta var fyrsta gistingarhúsið í oynni. Tit sova á loftinum undir skrávegginum í nýggjum bokssengrum. Eina kamarið hevur pláss fyri eykauppreiðing í weekendsong. Bæði kømur hava loftsvindeyga. Seingjaklæði, handkløð og morgunmatur eru við í prísinum. 

Sólseturtúrur

Vit ganga niðan gjøgnum bygdina og fram við eggini út á Rógvu, har fá ella nær ongi onnur fólk eru. Vit finna okkum eitt gott stað at seta okkum at hyggja eftir lundum og sólsetur, um tað er klárt. Vit taka kaffi og okkurt søtt við okkum og njóta tað á túrinum. Tá sólin hevur sett, ganga vit aftur til bygdina og fáa ein góðan náttarsvøvn. 

Heimagjørt

Vit fáa m.a. bleyttkókað egg og heimabakaðar bollar við rabarbusúltutoy  úr Mykinesi til morgunmat.Til nátturða kunnu tit velja langtíðarstoktan lambsbógv, Fiskasuppu, ovnbakaðan laks ella stokt flak við rákosti.

Tíðarbil:  19 tímar
Virksemi:  Bátsferð, gisting og morgunmatur, 2 rættir nátturði og 2-3 tímar kvøldartúrur við ferðaleiðara. .
Torleikastig: Lætt
Høvuðspunkt: Mykines, Lundar, súlur, seyður, søgan um Mykinesmálarin, Sámal Joensen Mikines
Mál: Føroyskt, danskt, norskt, svenskt, enskt og týskt
Heinta/seta av kunning: Túrurin byrjar frá bryggjuni í Sørvági. Tú koyrir har ella tekur buss 300 frá Tórshavn sí www.ssl.fo. Tit keypa ferðaseðil við bátinum á www.mykines.fo. Tykkara vertinna tekur ímóti tykkum á bryggjuni í Mykinesi.
Íroknað: Gisting í dupultkamari ella twin B&B støði og morgunmatur. 
At minnast til at taka við: Góð og heit klæðir og gongustilvar, myndatól og ein ryggsekk. 
   
Prísur 2.495,- pr. persón/min. 2 pers.