Vártilboð Á Lonini Guesthouse Mykines

Surf on Mykines Island

Sertilboð maj og juni 2021
Úppliv vakra Mykines um várið. Vakrar sólsetur og lundi og friðin í bygdini, vekk frá mongdini. Ella njót stovuna og friðin við einari góðari bók, tú avgerð. 

Far gongutúr í sólsetri ella ein túr niðan á Knúk.

Tit kunnu keypa matpakka og 2 rættir nátturða sum eyka. Tit kunnu eisini keypa 3 tímar sólseturtúr ella 5 tímar gongutúr niðan á Knúk við Odu sum ferðaleiðara.

Tit búgva hjá Odu á gistingarhúsinum Á Lonini frá 1895 í dupult ella twin kamari íroknað morgunmat. 

Prísur kr. 995,-/ pers. min. 2 pers.

Tit bíleggja sjálvi ferðaseðil 1 viku undan fráferð her. Tyrlan flýgur úr Vágum til Mykinesar og kostar kr. 145,- hvønn vegin. Bílegg tyrlu her  . Jósup siglir úr Sørvági hvønn dag frá 1 maj. Bílegg ferðaseðil við Jósup her

Bílegg her

Hæddarpunkt á túrinum:

Ferðing til Mykinesar

Tit Sigla úr Sørvági við Jósup kl. 10.20 ella 16.20 ella flúgva frá flogvøllinum í Vágum. Á siglitúrinum síggja til vøkru Drangarnar og Tindhólm og suðursíðuna á Mykinesi. Um tit flúgva, kunnu tit bíleggja 1 viku fyri fráferð.

1895 Gistingarhúsið

Tit búgva í einum av elstu húsunum í Mykinesi. Gistingahúsið Á Lonini er frá 1895 og var søguliga fyrsta gistingarhúsið í Mykinesi. Tit sova undir undir tekjuni og tá tit lata loftsvindeyga upp, er flagtekja uttanfyri. Húsið er høvuðsumvælt í gomlum stíli men sengurnar eru nýggjar, man má sova væl.

 

Sólsetur og lundi

Tit kunnu ganga túr at síggja sólsetur og vøkru aldurnar og brimið niðri við sjóvarmálan. 

Eisini er møguligt at bíleggja túr við ferðaleiðara til vitan í Mykineshólmi ella niðan á Knúk 560m.

 

Heimagjørdur matur

Til morgunmat fáa vit heimabakaðar bollar og lekran føroyskan viðskera. Vit njóta matin í hugnaligu stovuni við antikkum innbúgvi, soleiðis sum hon sá út í 1950, tá Lonin var fyrsta gistingarhúsið í Mykinesi.

Tíð:  1 døgn
Aktivitetir:  Gisting, gongutúrar og fuglar.
Torleikastig: Lætt
Hæddarpunkt: Mykines, lundi og súla, seyður, søgan um Mykinesmálaran, Sámal Joensen Mikines. Brim, sólsetur og aldur.
Mál: Føroyskt, danskt, norskt, svenskt, enskt og týskt. 
Pickup/dropoff
kunning:
Túrurin byrjar frá flogvøllinum í Vágum ella á molanum í Sørvági. Tit bíleggja tyrlu her  og tit bíleggja bát her
Íroknað: Gisting 1 nátt íroknað morgunmat, kvøldar kaffi/te við kaku.
At taka við:

Góð og heit klæðir og gonguskógvar. Myndatól og ryggsekk.

 

   
Prísur: 995,-/pers. min. 2 pers.